Seinast í Andorra: Stoktir í egnum feitti

Her er eftirmælið í Sosialinum, eftir 0-0 javnleikin í Andorra 25. mars 2017

Tann 25. mars 2017 spældi føroyska landsliðið HM-undankappingardyst á útivølli Andorra. Árið frammanundan hevur Føroyar vunnið 2-0 á útivølli móti Lettlandi og spælt málleysan javnleik móti Ungarn á Tórsvølli.

Tí eru vónirnar góðar, tá føroyska liði rennur inn á Estadi Nacional leikvøllinum, sum liggur mitt í høvðusstaðnum. Føroyska liðið er uttan menn sum Sonni Ragnar Nattestad, Fróði Benjaminsen og Brandur Hendriksson Olsen.

Í kuldanum gongur illa at bróta niður verjupartin hjá Andorra. Tað spæla móti Andorra, er sum at spæla móti Føroyum fyrr í tíðini. Tað merkir eisini eftirmælið í Sosialinum eftir dystin.

Stoktir í egnum feitti

Heimaliðið brúki øll triksini í bókini, tá føroyska landsliðið bleiv stokt í egnum feitti í kuldanum í Andorra. Kuldi, vánaligur vøllur og hart spæl. Tað hevur mangan verið uppskriftin hjá einum føroyskum liði. Leygarkvøldið bleiv uppskriftin brúkt móti okkum.

Sjáldan hevur eitt føroyska landsliðsstig verið møtt av so stórum kritikki og iðran, sum stigið, ið Føroyar fingu á útivølli móti Andorra leygarkvøldið. Frammanfyri okkum stóð eitt landslið, ið als ongan áhuga hevði at spæla fótbólt ella undirhalda.

Landsliðið varð ávarað undan dystinum. Andorra hevur ongan áhuga í spæla ella undirhalda, men teir yvirspæla hvørja støðu og royna at petta dystin sundur. Longu aftaná ein minutt riggaði. Gilli Rólantsson Sørensen verður taklaður og reagerar. Tað endar við at ein av teirra tveitur seg og heldur fyri andlitið.

Soleiðis gekk restina av dystinum og dómarin vísti ikki stórvegis áhuga, at fáa gongd á dystin. Andorra slapp at spæla sítt spæl, meðan okkara fullu í egna fellu.

Nú møtast Andorra og Føroyar aftur. Hesa ferð í Nations League. Føroyar vunnu hóskvøldið 3-2 á Matla, meðan Andorra spældi málleysan javnleik móti Lettlandi á útivølli. Dysturin verður sunnudagin klokkan 14.

##med2##