Síðani í gjár hevur nógvur makrelur staðið inni í havnini í Kópavogi í Íslandi, og bæði børn og vaksin hava staðið á bryggjuni og veitt og fingið væl, skrivar Morgunblaðið. Menn halda, at makrelurin er komin inn í havnina aftan á einari sildatorvu.
Fyri einum ári síðani kom nógvur makrelur inn í havnina á Ólafsvík í Íslandi. Tá fór maður av húsi við tráðu og spann, og fiskiskapurin var óførur, skrivar Morgunblaðið.
Í Danmark er tað rættiliga vanligt, at stuttleikafiskimenn og onnur fáa nógvan makrel við tráðu niðri á bryggjuni ávísar tíðir av árinum.