Seglskiparegatta byrjar á Toftum

Nú verða tvey báta-og skipatiltøk á Toftum tíðliga næsta summar - fyrst bátafestivalur og síðan seglskiparegatta.

Á Toftum kunnu tey longu nú gleða seg til, at árliga seglskiparegatta’in, sum verður aftur næsta summar, fer at byrja á Toftum og enda á Tvøroyri.

 

Borgarstjórin í Nes kommunu, Johannus Danielsen, fegnast um, at kommunan nú fær høvi at bjóða hesum tiltaki vælkomnum.

 

- Vit vórðu spurd, um vit høvdu møguleikar og hug til at lata seglskiparegatta’ina byrja á Toftum næstu ferð, og sjálvandi játtaðu vit.

 

Borgarstjórin vísir á, at ársins fyrsta bátastevna – Bátafestivalurin á Toftum – síðan byrjan hevur ligið fyrsta vikuskifti í mai, og soleiðis verður aftur í komandi ári.

 

- Nú vit eisini fáa høvi at hýsa seglskiparegatta’ini, verður kommunan næsta ár karmur um tvey tiltøk, sum hava við bátar, skip og sigling at gera, og tað fegnast vit um.

 

Jóhannus Danielsen vísir á, at tiltakið á Toftum verður fríggjakvøldið hin 21. juni, og tá fer kommunan saman við áhugafeløgum í økinum at skipa fyri ymiskum.

 

- Enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um, hvat verður á skránni, men hugsandi er, at her verður bæði tónleikur, matur og ymiskt annað, sigur Jóhannus Danielsen.