Seglskip seta sín dám á

Tey eru ein frægd fyri eyga - hesi vøkru og snotuligu skip, sum eru sett so væl í stand, hóast fleiri teirra eru elligomul. Skipini eru ein varði yvir farna tíð Skráin fyri dagin í dag á Sjómannadegi Føroya er sera fjølbroytt við nógvum ymiskum tiltøkum, sum vit fara at umrøða á Portalinum gjøgnum dagin.

Eitt tað fyrsta, sum er á skránni í morgun, er, at føroysku træseglskipini - um vit undir einum kunnu kalla tey so - koma á Klaksvík og leggja til bryggju á Stongunum.

Hesi skip eru Dragin (mynd), Westward Ho, Jóhanna, Norðlýsið, Anita og Fram.

Klokkan 10, tá øll hesi skip skuldu verið komin í havn, loysa tey aftur og fara á regattasigling úteftir vánni og norður ígjøgnum Kalsoyarfjørð.

Skipini seta segl á vánni og stevna so norður eftir.

Hesi snotuligu før, sum eru ein varði yvir farna tíð, verða aftur á Klaksvík um 13-tíðina í dag.

Sambært skránni leggja eisini stórir føroyskir bátar við árum og seglum til bryggju á Stongunum klokkan 10 í morgun.

Øll eru vælkomin til stórt kaffiborð, sum verður á Stangarbrúnni um 10.30-tíðina, tá borgarstjórin fer at bjóða vælkomin, og landsstýrismaðurin í fiski-og tilfeingismálum fer at seta Føroya Sjómannadag.

Høvi verður at fáa sær kaffi og køkur á Stangarbrúnni til middags.