Ein stórur partur av fríggjadegnum fór við at avhoyra litaviska mannin, sum førdur varð úr Íslandi at vitna móti landsmonnum sínum.
Maðurin er varðhaldsfongslaður í Íslandi, og á vitjanini í Føroyum gisti tí eisini í varðhaldinum í Havn.
Ákæruvaldið vildi hava henda mannin at vitna, tí hann er ákærdur fyri at vera høvuðsmaðurin í Íslandi í hesum stóra smuglaramálinum.
Maðurin fór úr Litava til Íslands fyri einum ári síðan, og hann fór fyri at arbeiða. Tað eydnðist tó ikki so væl, segði hann.
Hann gisti hjá eini litaviskari kvinnu, sum undirhelt honum.
Litavin segði í rættinum, at ein vinmaður í Litavia hevi biðið hann gjørt einum av sínum vinum eina tænastu. Tænastan var at keypa ferðaseðlar til tveir menn. Hetta fekk hann vinkonu sína at gera, av málsligum orsøkum. Kvinnan noyddist sjálv at gjalda.
- Eg havi skilt, at tað eru teir báðir, sum nú eru her, segði maðurin í rættinum.
Annars visti hann einki um nakað. Kendi ikki teir báðar menninar, og heldur ikki visti hann, at rúsevnini vóru í bili teirra, og hvat teir skuldu í Íslandi.
Ákærin kom við pástandinum um, at onkur annar hevur sagt, at hann visti um rúsevnini í bilinum.
Hesum vísti hann aftur.
Eingin kom fram
Um sama mundið, sum teir báðir litavarnir vórðu tiknir í Føroyum, var ein litavi í eina viku í Íslandi. Ymsar frágreiðingr vístu á, at hesin maðurin skuldi taka rúsevnini úr bilinum.
Hóast fleiri telefonavlurtingar vórðu spældar fyri manninum, latst hann ikki um vón. Sat bara og smírdist.
Úr Litava hevði hann fingið at vita, at teir báðir ákærdu litavarnir í Føroyum, ikki vóru fram komnir. Litað varð eftir teimum víða hvar, og spurt varð eftir teimum bæði hjá Smyril Line og hjá politinum. Til Íslands vóru teir ikki komnir. Ein møguleiki var, at teir vóru farnir upp á drukk.
Telefonavlurtingar bendu á, at onkur helt teir vera stungnar av við rúsevnunum.
Vitnið vrð mint á, at hann ikki altíð hevur sagt somu søguna um rúsevnini, hvat hann visti um teyr, og hvat teir báðir ákærdu í Føroyum visti. Víst varð eisini til, hvat onnur vitni hava sagt.
Ákærin noyddist at gevast við at draga meira úr manninum um henda spurningin, og tað gjørdi hon við hesum orðum:
- Tað er ilt at skilja, at tú framvegis noktar teg sekan í rúsevniskriminaliteti.
Meðan avlurtingarnar vórðu spældar av, brustu teir tríggir litavarnir fleiri ferðir í látur. Tað kom av, at alla tí
Ina varð tosað so ófantaligt við nógvum grovum eiðum.