Seebach hevði tvær framførslur leygarkvøldið, og sunnukvøldið var hann gestur í sendingini Hvonn Live á Rás2.
Hesaferð hevði Rasmus Seebach bert ein gittarspælarar afturat sær á pallinum, men Seebach vil sera fegin aftur til Føroya at spæla.
- Hetta hevur verið ein fantastisk ferð, og eg vil sera gjarna aftur til Føroya at spæla. Tá skal eg hava allan bólkin hjá mær við, sigur Rasmus Seebach.
Spurningurin er bara, nær tað kann lata seg gera, tí Seebach hevur úr at gera við framførslum í Danmark í alt summar. Men lítið er at ivast í, at føroyingar, sum tóku so væl ímóti danska poppsangaranum hetta vikuskiftið, sleppa at hoyra hann aftur á føroyskum palli innan ov langa tíð.










