Fríggjadagin 24. februar hevði Rasmus Seebach konsert í Tinghallen í Viborg.
Ein av hansara fjepparum; Lone Svenstrup Jensen, fekk tó meira fyri pengarnar, av tí at hon fekk eina loftsplátu í høvdið. Loftsplátan datt niður, av tí at ein konfetti-kanón, sum stóð á pallinum, hevði rakt loftsplátina á ein keðiligan hátt.
Lone segði, at hon ikki fekk ilt av óhappinum, men hóast tað, so mátti hon á skaðastovuna, at fáa 4 pentur.
- Tíbetur hevði eg eina vinkonu við til konsertina, saman við børnum mínum, ið eru 8 og 13 ára gomul. So hon tók sær av teimum, meðan eg fekk hjálp til at koma á skaðastovuna, og fekk tær 4 penturnar.
Hon kallaði hendingina, eitt óhapp, ið kann henda, men hóast tað at eingin hevði skyldina, valdi Rasmus Seebach og orkestur hansara, kortini at møta upp á gáttini hjá Lone, við blómum til hana.
- Eg haldi at tað var virkuliga pent gjørt av Rasmus Seebach og orkestri hansara.
Sigur Lone, at enda við.
Og tað er tað eingin ivi um, at tað var pent gjørt, men kanska hevði hann heldur skula givið henni eitt glas við panodilum, ístaðin fyri blómurnar.