Poppstjørnan Rasmus Seebach er lendur í Føroyum og hevur framførslur í Havn í kvøld. Sunnukvøldið verður hann gestur í Hvonn Live. Rasmus Seebach kemur umsíðir til landið í kvøld, og hann fer at hava sínar framførslur á Rex í kvøld og til Ársins songrødd finaluna, sum eisini er í kvøld.
Atgongumerki eru framvegis eftir til tiltøkini, og tey fáast við inngongdina.
Rasmus Seebach skal eisini verða gestur í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 skipar fyri, men tað verður ov stutt skoðbrá til hetta í kvøld, sum ætlanin annars var.
Tí verður Hvonn Live á skránni sunnukvøldið kl. 20.00.