Gott 20 hval løgdu beinini í Sandágerði í kvøld. Grindin verður býtt í drápspartar, og ellis- og røktarheimini fáa kók.
Seðlarnir koma út klokkan 00.30 við Magn á Vestaru Bryggju. Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá í kvøld.
Grindin varð hildin til í Sandagerði um átta-tíðina, og drápið gekk væl.
Tað vóru leikarar frá 2. deildarliðnum hjá B68, sum boðaði frá grindini. Teir funnu hana, tá teir sigldu norður aftur við skjóttgangandi báti úr Hvalba, har teir høvdu spælt dyst.