Við einum serliga høgligum bjargarringi, vann spf/Secura á Tekniska Skúla í Klaksvík føroyska umfarið av kappingini European Business Games.
Til Italia
Vinnarin varð funnin á samkomu í býráðshøllini í Klaksvík fríggjadagin, eftir at ein dómsnevnd hevði mett um framløgurnar av ymsu verkætlanunum.
Vinnandi bólkurin fer víðari til altjóða kappingina European Business Games, sum verður hildin í Bolzani í Italina í summar.
Spf/Secura er mannað av:
Jógvan Sámal Poulsen, stjóri
Evald Johannesen, fíggjarstjóri
Jón Kamar Joensen, tekniskur leiðari
Súsanna Árnadóttir Joensen, marknaðarleiðari
Bergur Ingmarson Johansen, framleiðslustjóri
Føroyska endakappingin í European Business Games er eitt samstarv millum Mentamálaráðið, Íverksetarahúsið og Tekniska Skúla í Klaksvík.
Rani Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum handaði vinnarunum blómutyssi og gav vinnandi luttakarunum harumframt eitt ókeypis skeið í Íverksetarahúsinum.