Second-hand hond í hond

Rákið innan mótaheimin er sera einfalt fyri tíðina: Alt er loyvt!

Tí er eisini upplagt at brúka klæði og lutir, sum onnur ikki tíma at eiga longur.

Endurnýtsluhandlar vinda tí eisini alt meira upp á seg.

Endamálið við at keypa endurnýtsluvøru er ikki í sjálvum sær at spara pening, men at finna sín egna stíl, lita, seyma um og seta saman á ein persónligari hátt.

Í Havn eru tríggir endurnýtsluhandlar, sum eru sera væl umtóktir og vitjaðir: Bláakrossbúðin í Kongagøtu, Folkekirkens Nødhjælp í Tróndargøtu og Reyði Krossur á Bryggjubakka.

Endurnýtsluklæði eru sum oftast brúkt, men eisini eru mótahandlar, sum lata spildurnýggj klæði til handlarnar.

At yvirskotið fer til vælgerandi endamál, ger tað bara betri.

Vit hava vitjað í handlunum, og viðganga, at vit eru sera nøgdar við fongin.