Sebastian Larsson glaður fyri at síggja Inga aftur

Tá Ingi Højsted spældi við Aarsenal búði hann saman við svenska Sebastian Larsson, sum í dag spælir við Sunderland. Eftir dystin hittust teir báðir til eitt stutt prát.

Tað vóru tveir smílandi menn, ið møttust í sokallaðu “Mix Zone” í FSF húsinum eftir landsdystin fríggjakvøldið. Annar livir fótbóltsdreymin sum fulltíðar fótbóltsspælari í ensku Premier League, meðan hin vegna áhaldandi og álvarsligar skaðar hevur uppgivið at spæla fótbólt.
Tað kundi so lætt verið øðrvísi, tí Ingi Højsted stóð einki aftanfyri svenska liðfelagin í tíðini í Arsenal.
«Ingi var ótrúliga væl fyri teknist og dugdi væl at fordeila spælið frá miðvøllinum, sigur Sebastian Larsson, meðan Ingi Højsted stendur hjá.
Tað er langt síðani, at teir seinast hittust og tí hava teir eisini nógv at tosa um. Teir greiða frá hvør í sínum lag um minnir og stuttligar søgur.
«Eg haldi ikki vit vóru nakrir kúllar. Vit vóru bara tveir fittir dreingir, ið spældu fótbólt og búðu saman, sigur Ingi Højsted við einum smíli.

«Tað er langt síðani, at eg seinast hitti Inga, so tað er deiligt at síggja hann aftur. Vit búðu jú saman tá vit spældu í Arsenal. + okkurt?

Rós til Føroyar

Sebastian hevði bara rós at bera føroyska liðnum, sum stríddist allan dystin. Hann er bara fegin um, at øll stigini blivu pakkaði í kuffertið og komu við túrin til Svøríki.
«Vit komu her fyri at fáa trý stig og tað gjørdu vit. Alt rós til føroyska liðið, sum gjørdi tað sera torført fyri okkum. Vit byrja ikki at spæla væl fyrr enn Føroyar skorar. Mál setur gongd á okkum, sigur Sebastian Larsson.
Hann er somuleiðis fegin um, at Svøríki fær tamarhald á dystinum eftir at Føroyar er komið á odda.
«Vit fáa takið á dystinum og byrja at spæla væl. Tað er týdningarmikið, at vit fáa stigini, sjálvt um vit ikki spæla væl í dag, sigur Sebastian Larsson at enda.
Eisini Ingi Højsted helt nógv av føroyska avrikinum.
«Teir kláraðu seg heilt fantastiska væl. Tað var ikki bara úrslitið, sum var flott, men eisini mátin føroyski liðið spældi uppá, sigur Ingi Højsted.