Bilarnir sum vórðu umrøddur í útvarpssendingini “Bylgjan” í Kringvarpi Føroya mikudagin 16. mai vóru Seat Leon og Land Rover Freelander II
Í útvarpssendingini “Bylgjan” mikudagin í Kringvarpi Føroya vórðu tveir bilar umrøddir: Seat Leon 2.0 FSI og Land Rover Freelander II.
Seat Leon, ið varð kosin ársins bilur í Danmark 2006, er ein sportligur hatchback við 5 hurðum. Bilurin hevur stramman undirvogn og er gjørdur til at kunna koyra langt oman fyri 200 km/t við koyrieginleikunum í topp.
Seat er sportliga bilmerkið hjá VW-konsernini, eins og Alfa Romeo hjá Fiat-konsernini.
Bilurin, ið varð royndarkoyrdur, var ein Seat Leon 2,0 FSI við 150 hk og koyrir frá
0-100 km/t upp á 8,8 sek. Bilurin kostar kr. 252.000.
Leon fæst annars eisini við 1,9 og 2,0 litra dieselmotori (TDI) við ávikavist 105 og 140 hk. Bíligasti Seat Leon 1,6 kostar kr. 205.000 hjá Bilasøluni í Hoyvík.
Land Rover Freelander II er onnur generatión av Freelander, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1998. Bilurin er ein sonevndur SUV (Sport Utility Vehicle) og hevur verið ein tann mest seldi í sínum klassa í Evropa. Hesin nýggi er størri og rúmligari enn forgangarin.
Bilurin, ið varð royndarkoyrdur, var ein Freelander II við 2,2 litur 4 syl. dieselmotori og 160 hk og koyrir frá 0-100 upp á 8,4 sek. Bilurin kostar kr. 532.000. Ein flottur og sera væl útgjørdur bilur. Bíligasti Freelander II 2,2 diesel kostar kr. 459.000 hjá Berg Motors.
Tað var útvarpsmaðurin Kári Sólstein, sum legði bilprátið til rættis. Hann tosaði við Sofus Hansen, bilfjeppara, og Óla Jákup Rólantsson og Magnus Gunnarsson, frá bilredaktiónunum á ávikavist Vikublaðnum og Sosialinum.