Seat Ibiza: Sportligur spanióli frá VW konsernini

Ibiza, ið er mest seldi Seat bilurin higartil, kemur nú í eini heilt nýggjari útgávu. 2.7 milliónir bilar eru seldir síðan tann fyrsti Ibiza kom á marknaðin. Við tað at VW konsernin nú eigur sponsku Seat verksmiðjuna, er talan um VW bilar við sjálvstøðugum modellum og búmerkjum

Magnus Gunnarsson

Nýggi Seat Ibiza er bygdur yvir sama platform sum t.d. Skoda Fabia. Ibiza hevur sjálvstøðugt design og tann framkomna undirvognsskipanin gevur bilinum sportligar koyrieginleikar, Sama er galdandi innan, har setrini og instrumentborðið eisini er í sportligum stíli.

Elektrohydrauliska servostýring
Elektrohydrauliska servostýringin gevur bilinum eina sera stútta og beinleiðis stýring. Lasersveisingarnar av heilgalvaniseraða karossaríinum gera sítt til at bilurin virkar sera stabilur at koyra og samlikvaliteturin er í topp. Eisini innan teknisku menningina er nýggi Ibiza ein sera framkomin bilur.

Stella, Sport og Signo
Tríggir dieselmotorar eru at velja ímillum, har tann størsti er ein 1,9 litur TDI við 130 hk, ið er tann størsti dielselmotorurin í hesum klassanum. Í hesi útgávuni hevur bilurin 6 gear. Størsti bensinmotorurin er ein 1,4 litur 16V við 100 hk. Ibiza verður gjørdur í útgávum við 3 og 5 hurðum og í hesum trimum útgávunum hvat útgerð viðvíkur: Stella, Sport og Signo. Bilurin kemur til Danmarkar í mai mánaða, so tað verður ikki leingi til hann kann síggjast og roynast á bilasøluni hjá Øssur Johannesen.