Sean Combs takkar Heath Ledger

Eftirhondini hava sera nógv fólk sagt pen ting um Heath Ledger eftir deyða hansara í New York herfyri og nú hevur eisini Sean Combs sagt pen orð um hann. Í 2001 spældi Sean Combs við í filminum ?Monster?s Ball? saman við Heath Ledger.

- Heath Ledger var tann fyrsti, eg møtti til upptøkurnar, og hann hjálpti og stuðlaði mær sera nógv. Fyrsta dagin skuldu vit ikki arbeiða, so vit báðir nýttu dagin saman til at læra hvønn annan at kenna. Hann segði, at eg bara skuldi slappa av og so gav hann mær nógv góð ráð um at spæla sjónleik, sigur Sean Combs frá.

Eftir ?Monster?s Ball? hildu teir báðir áfram at vera vinir og Sean Combs var sera keddur um deyða hansara.

- Eg møtti honum fyri nøkrum vikum síðani og vit tosaðu um, at vit máttu hittast skjótt. Tað vísur bara, hvussu stutt lívið er, men eg fari at leingjast illa eftir honum.