Undan seinna dystinum millum grannarnar, Ongland og Skotland, vóru øll á einum máli um, at Ongland við 2-0 sigrinum í fyrra dystinum hevði tryggja sær luttøku í endaspælinum. Skotski landsliðsvenjarin hevur tó seinastu árini fingið eitt sera gott orð á seg, við tað at hann altíð megnar at seta leikarar sínar upp til ein dyst. Tá dysturin byrjaði sá eisini út til, at skotar veruliga trúu upp á, at tað kundi lata seg gera at loysa setningin.
Skotar nógv betri
Skotar løgdu nevnliga trýst á Ongland frá fyrsta bríksli. Teir vóru nógv grammari í øllum lutum, og harumframt sýndu teir eisini nógv klókari spæl, enn teir gjørdu í fyrra dystinum á Hampden Park.
Ístaðin fyri framhaldandi at senda langar bóltar niðan móti Sol Campbell, Tony Adams og Gareth Southgate í ensku verjuni, royndu teir at spjaða spælið nógv meira, og var tað eisini fleiri ferðir, at hetta var um at geva úrslit.
Serliga í vinstru síðu megnaðu skotar at hótta onglendingar, við tað at Neill McCann dugdi sera væl at gera sær dælt av, at verjuparturin ikki er sterkasta síðan hjá David Beckham. Hetta førdi fleiri til, at verjan hjá Onglandi varð strekt meira enn gott var, og nakrar vandamiklar støður stóðust eisini av hesum.
Áðrenn hetta var tó nær við, at Paul Scholes enn einaferð punkteraði allar skotskar vónir. Úr stuttari fjarstøðu megnaði hann at snara sær á og langa til, men bólturin fór beint framvið skotska málinum.
Eftir hetta tóku skotar yvir, og fyrsta møguleikan fekk Newcastle framherjin Kevin Gallagher, men hann fekk ikki tamarhald á bóltinum, tá hann varð leiktur fríur beint uttan fyri brotsteigin.
Løtu seinni kom McCann oman at baklinjuni í vinstru, men Barry Ferguson skallaði væl omanfyri enska málið, hóast hann var so at siga púra fríur.
Eftir knappar 40 minuttir slapp McCann enn eina ferð oman at baklinjuni, og enn einaferð sendi hann eitt perfekt innlegg móti málinum. Don Hutchinson, sum annars spældi ein frálíkan dyst á miðvøllinum, megnaði at koma hægri upp enn Tony Adams, og við pannuni sendi hann bóltin í enska netið.
Seaman
bjargaði Onglandi
Í seinna hálvleiki royndu skotar framvegis at trýsta mótstøðuliðið, og fleiri ferðir spurdust vandamiklar støður úr hesum.
Hutchinson var nær við at skora enn einaferð, men David Seaman megnaði í tveimum atløgum at fáa tamarhald á harða frísparkinum. Síðani var Gallagher leiktur leysur, men við tað at hann hevði ryggin móti málinum, visti hann helst ikki, hvussu fríur hann var, og spældi ístaðin bóltin út frá aftur.
Kevin Keegan royndi at fáa meira lív í enska álopsspælið við at seta Emily Heskey inn ístaðin fyri Michael Owen, sum ikki gjørdi tað stóra um seg. Bert tað einu ferðina megnaði at hótta skotar, men í seinastu løtu fekk Collins takla bóltin frá honum.
Ístaðin var tað um reppið at skotar komu upp á 2-0 og harvið 2-2 samanlagt, men Seaman framdi eina frálíka bjarging, tá Christian Dailly inni í 5?metrinum kastaði seg fram og setti høvdið á bóltin.
Løtu seinni var Billy Dodds um gerast leysur, men við einari ótrúligari glíðandi takling megnaði Tony Adams at pilka bóltin frá honum.
Løtu seinni bríkslaði dómarin, og Kevin Keegan og hansara menn kundu ásanna, at teir hóast tapið verða við í hattinum, tá kastað verður lutt um bólkarnir í endaspælinum.
Einki lag
Eftir dystin var lagið á ensku leikarunum einki serligt, tí hóast teir megnaðu at leika seg fram til endaspælið, so er tað ongantíð stuttligt at boyggja seg í eini grannauppgerð.
Kevin Keegan viðgekk eisini eftir dystin, at skotar høvdu uppiborið sigurin, og hann takkaði David Seaman og Tony Adams fyri, at ikki loyvdu skotunum at fáa enn eitt mál, og harvið noyða enska liðið út í 30 møðsamar minuttir afturat.
Skotski landsliðsvenjarin, Craig Brown, kundi fegnast um sigurin, men samstundis ásannaði hann, at 2-0 tapið á heimavølli gjørdist teirra bani. Skotar hava tó alla orsøk til at vera ernir av avrikinum mikukvøldið, tí við bara eitt lítið sindur av hepni høvdu teir megnað at vunnið við í minsta lagi tveimum málum. Einasta forðingin var, at lagnan, og David Seaman, ikki vildu tað soleiðis.










