Enn er ikki avgjørt, hvør verður komandi forseti í USA, men sera nógv ? bæði í og uttanfyri USA ? bíða í spenningi. Tað gera hjúnini Heidi Klum, kenda týska supermodellin, og sangarin Seal eisini.
Seal stuðlar nevniliga demokratiska valevninum, Barack Obama, og um Obama ikki verður forseti, ætla Seal og familjan at pakka kuffertini og rýma skjótast gjørligt úr USA, hevur hann júst greitt frá í eini samrøðu við blaðið Vanity Fair.
- Um McCain verður valdur, og Amerika bert versnar, eins og higartil, so rýma vit altso úr landinum, lovar hann. Um hóttanin er nokk til at forða enn einum republikanskum forseta, fáa vit at síggja um nakrar tímar.