Sea-Star verður sponsor hjá B68

Talan er eftir øllum at døma um seinasta høvuðssponsor-sáttmálan, sum Niclas Davidsen ger fyri B68, nú hann hevur tikið sæti í nevndini í FSF.

Men enn er hann so formaður á Toftum, og hann tykist væl nøgdur um sáttmálan.

- Fyri felagið er tað nógv lættari at gera sáttmála við ein høvuðsstuðul enn fleiri smærri. Og tað er eingin ivi um, at lýsingarvirðið er nógv størri fyri ein sum er høvuðsstuðul.

SEA-STAR Contractors Spf. hevur heimstað á Toftum. Brøðurnir Jákup Martin og Høgni Kjeld stovnaðu felagið í 2003. Eftir at hava gjørt nøkur smærri arbeiðir í Føroyum, fór felagið til Grønlands fyri umleið tveimum árum síðani, har teir gera havn í Fiskifjørðinum. Hetta er størsta djúphavn í Grønlandi. Pierurin sum gjørdur verður er 330 metrar langur. Hetta kemst av, at skipini ið koma hagar eftir málmi, eru rættiliga stór.

Eisini eigur felagið persónbilaverkstaðin hjá OCD við Saltangará.