Sea Star høvuðssponsorur hjá B68

Tað vóru formaðurin í B68, Jógvan Højgaard og annar av eigarunum av fyritøkuni Sea Star, Jákup Martin Kjeld, sum undirskrivaðu avtaluna.

Portalurin var við, tá ið undirskrivingin fór fram í B68-húsinum um 19.30-tíðina í gjárkvøldið.

Á hugnaligari løtu syrgdi B68 fyri kaffimunni og køkum, og umframt meginpartin av nevndini í B68, vóru trý umboð fyri Sea Star við til høvið.

Teir, sum eiga fyritøkuna Sea Star, eru brøðurnir Jákup Martin og Høgni Kjeld, og saman við teimum var eisini Jan Danielsen, stjóri, við til undirskrivingina.

Jógvan Højgaard, formaður í B68, sigur, at hetta helst er hin besta sponsoravtalan, sum felagið hevur gjørt, og hann segði seg vóna, at fyritøkan eisini kemur at fáa nakað burtur úr avtaluni.

Í løtuni letur Sea Star bilaverkstað og elementvirki byggja á Toftum, og ætlandi standa hesir bygningar lidnir um nøkulunda somu tíð tíðliga í summar.

- Vit vit hava vónur um, at tá ið vit soleiðis stuðla B68, kemur hetta onkusvegna eisini at ?dryppa? á okkara virksemi, sigur Høgni Kjeld.

Partarnir eru fegnir um avtaluna, sum nú er undirskrivað millum partarnar.

Í løtuni arbeiða sløk 50 fólk hjá Sea Star.

Í B68 eru tey sera spent upp á hetta kappingarárið, nú felagið aftur hevur lið í formuladeildini.

Felagið sigur seg hava mannað eitt gott lið, sum tey meta kann stabilisera seg í bestu deildini.

- Vit hava fingið ein góðan málmann og ein góðan áleypara úr útlandinum, og vit hava eisini fingið aðrar útlendskar leikarar at hjálpa okkum, sigur felagið.