Sea Shepherd hava reypað av, at teir eru til staðar á fundinum hjá altjóða hvalaveiðufelagsskapinum, IWC, í Portoroz í Slovenia í hesum døgum.
Men okkurt bendir á, at teirra nærvera er til fánýtis.
Grønlendarar fegnast um, at IWC, við stórum meiriluta, hevur góðtikið uppskotið frá grønlendarum um kvotuna á stórhvalaveiðu komandi fýra árini.
- Eg eri ovurfegin um, at skilið tykist hava sigrað í IWC og tryggjað, at umsitingin og útbýti av hvalastovninum í Grønlandi komandi fýra árini verður á einum skilvísum og vísindaliga grundaðum grundarlagi. Samstundis vísir úrslitið eisini, at tað er samstarv við onnur lond, sum er vegurin framm. Eg eri sera takksamur fyri samstarvið við tey ES-lond, ið eru limir av IWC, sigur grønlendski ráðharrin fyri fiskarí, veiðu og landbúnað, Finn Karlsen frá Siumut, í einum tíðindaskrivi.
Í herferðini móti føroyska grindadrápinum, hevur Sea Shepherd ferð eftir ferð víst til eitt forboð, sum ES-lond hava móti hvalaveiðu. Okkurt bendir á, at hetta forboðið, um tað finst, hevur heldur jánkasliga undirtøku í ES, tá ES-lond í IWC-høpi taka undir við grønlendskari stórhvalaveiðu.










