Sea Shepherd sendi beinleiðis úr grindadrápi

Stuðlar hjá Sea Shepherd vóru til staðar í dag, tá grindadráp var bæði í Sandágerði og Sandavági.


Facebook-síðan Sea Shepherd Faroe Islands Campaign, ið er blokeraður fyri føroyskum brúkarum, men kann komast inn á, um ein VPN'ari verður brúktur, hevur nevniliga sent beinleiðis frá grindadrápinum í Sandavági, umframt at sent hevur verið frá bryggjuni í Sandavági og Havn, meðan riggað verður til at skera upp. Seinasta upptøkan er 40 minuttir gomul.


Trettan videobrot liggja á heimasíðuni. Óvist er, um talan er um føroyingar, ið stuðla felagsskapinum, ið hevur til endamál at steðga føroyskum grindadrápi, ella um tað eru útlendingar, ið standa aftanfyri upptøkurnar. Talan er tó um eitt nýtt átak, tí einki videbrot liggur á síðuni frá grindadrápinum, ið var í Sandágerði í síðstu viku.