Sea Shepherd ringdi til Brand Sandoy

- Tey fingu greitt at vita, at tey eru ikki vælkomin í havnini, og at vit ei heldur ynskja, at tey ankra upp innanfyri grótkastið, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu.

Tíðliga í morgun var grein á in.fo um, at nú var skipið Columbus hjá Sea Shepherd aftur komið at liggja á Sandsvág, og at hetta fyri sandingar kundi kennast ófrættakent.

 

Brandur Sandoy, borgarstjóri, sigur, at Sea Shepherd ringdi til hansara í gjár og spurdu, um tey kundu liggja í havnini við lítla bátinum, meðan tey bíðaðu eftir Columbusi.

 

- Tey fingu greitt at vita, at tey vóru ikki vælkomin í havnini, og at vit ei heldur ynsktu, at tey ankraðu upp innanfyri grótkastið.

 

Borgarstjórin sigur, at Sands kommuna hevur ikki heimild at nokta Sea Shepherd at liggja uttanfyri grótkastið.

 

- Men, innanfyri sleppa tey so ikki at vera. Tey vóru heldur ikki aftur í havnini, og í morgun lógu tey uttanfyri redumarkið, sigur Brandur Sandoy.