Tá ungi skopuningurin, sum varð skuldsettur fyri at hava lopið á eitt umboð hjá Sea Shepherd, varð í grundlógaravhoyri í gjár, gjørdist greitt, at miðað varð imóti at fáa málið avgreitt innan 14 dagar.
Les eisini Hevði treytaðan dóm
Umboðið fyri Sea Shepherd skal av landinum aftur 27. septembur, og bæði verji og ákæri ynsktu at fáa málið avgreitt innan hesa tíð. Hesum tók dómarin undir við og metti, at um ákærin er tilreiðar at føra málið, skuldi verið gjørligt, at fingið málið avgreitt, innan varðhaldsfongslingin hjá unga skopuninginum gongur út.
Sostatt kann málið væntast avgreitt innan 14 dagar.