Á sjálvum ólavsøkudegi kom Jessie Treverton, sum er ein av oddafiskunum í Sea Shepherd, til Føroya. Orsøkin er, at hon vegna Sea Shepherd vil gera krav upp á ein skjóttgangandi bát, sum eitur MV Spitfire.
MV Spitfire varð tikin frá Sea Shepherd 17. september 2014, tá ið felagsskapurin var í Føroyum í samband við átakið Operation Grindstop. Orsøkin til, at Sea Shepherd misti bátin var, at Jessie Treverton og tveir aðrir limir í felagsskapinum róku nakrar grindahvalir út á opið hav, so føroyingar ikki kundu fáa ágóðan av hvalunum.
Sea Shepherd vil vera við, at føroyingar ikki hava lov at taka bátin frá felagsskapinum. Skrivað verður á einum av teirra heimasíðum, at ein danskur rættur 7. oktober 2014 staðfesti, at báturin skuldi gevast aftur til Sea Shepherd, men síðani tá hevur føroyski rætturin útsett rættarsakina, ið hevur viðført, at báturin framvegis er í Føroyum.
Síðsta grindin í Føroyum var hildin til 26. juli, og tá vórðu 135 hvalir dripnir til matliga nýtslu fyri føroyingar. Hendan dagin var ongin frá Sea Shepherd, ið hevði møguleika at forða drápinum, men kanska gongur ikki so rúm tíð, áðrenn umstríddi og á nógvum økjum ólógligi felagsskapurin kemur aftur til Føroya.