Sea Shepherd leggur skip

Skipið hevur verið í stríði ímóti grindadrápi

Felagsskapurin Sea Shepherd leggur nú eitt av stóru skipunum hjá sær. 

Steve Irwin hevur verið við í herferðum hjá Sea Shepherd síðani 2007, og skipið hevur millum annað verið við í stríði ímóti grindadrápi í Føroyum. Nú hevur skipið tænt fyri seg og verður lagt.

Steve Irwin var bygt í Aberdeen í 1975. Upprunaliga kallaðist skipið Westra og hevði fiskiveiðieftirlit í skotskum sjógvi. Síðani 2006 hevur Sea Shepherd átt skipið, sum er slakar 70 metrar langt og næstan 11 metrar breitt.

Sea Shepherd ætlar at gera skipið til eitt savn fyri átøk ímóti hvalaveiði í suðurhøvum.