Sea Shepherd í Klaksvík

Brigitte Bardot hevur seinastu dagarnar siglt kring oyggjarnar, og í kvøld liggur umhvørvisskipið við kai í Klaksvík.

Skipið hjá Sea Shepherd kom til Føroya mikudagin. Fyrst lá tað á Havnini í eina nátt, og síðani hevur tað siglt kring oyggjarnar. Í gjárkvøldið var skipið í Sørvági, og í dag hevur tað siglt norðanfyri.

Tíðliga í kvøld legði Brigitte Bardot at við vestaru bryggjuna í Klaksvík.

Manningin av skipinum hevur verið í landi og spáka og verið til handils, og nógv fólk hevur verið á bryggjuni og hugt eftir skipinum. Summi fólk hava eisini verið umborð á Sea Shepherd skipinum og hugt seg um.