Sea Shepherd innast á fjørðinum

Í einum flottum gulum Hummer gummibáti vitjaði Sea Shepherd í dag innast á Vágsfirði.

Útfyri firðunum syðst í Føroyum, tað vil siga Tvøroyri, Hovi, Porkeri og Vági, sást í dag eitt av Sea shepherd skipunum, og ikki langt aftanfyri sást vaktarskip hjá donsku sjóverjuni.

 

Klokkan 16 í dag vijaði ein sokallaður RIB gummibátur á Vágsfirði. Við fyrsta eygnabrá hildu tey flestu óivað, at talan var um sjóverju ella løgreglu, tí manningin bar  hjálm og var í draktum, ið mest mintu um búnar hjá eittnú løgreglu.

 

Báturin var fyri stóran part gulur, og merktur við gulum frámerkjum, og har stóð HUMMER: Men guli stýripulturin beindi burtur allan iva, tí har sást Sea Shepherd merkið á.

 

Báturin sigldi allan vegin inn á Vágsfjørð, og vendi ikki, fyrr enn komið var inn móti Sandinum, ið er innast á fjørðinum. Haðani legði hann so leiðina út aftur eftir fjørðinum, og óivað fór stásiliga farið aftur til móðurskipið.