Sea Shepherd: Hetta ætla vit á Fólkafundinum

- Vit ælta avgjørt ikki at leggja upp til nakra provokatión ella konfrontatión á Fólkafundinum, sigur Sea Shepherd leiðari

 

Í dag bórust tíðindini um, at Sea Shepherd verður við á Fólkafundinum í Runavík næsta vikuskiftið. Felagsskapurin hevur biðið fyrireikararnar loyva teimum at verða við, og hetta er játtað teimum. Sea Shepherd fer at hava ein bás og fer at skipa fyri kjaktiltaki á Fólkafundinum.

- Fólkafundurin gevur okkum møguleikan at hitta nógv fólk, og vit vilja gjarna hava retorikkin og kjakið á eitt hægri stig. Tað kunnu vit vónandi gera á Fólkafundinum, sigur Lamya Essemlali, sum er ein av leiðarunum hjá Sea Shepherd og hevur ábyrgdina av luttøkuni hjá felagsskapinum á Fólkafundinum.

- Vit ælta avgjørt ikki at leggja upp til nakra provokatión ella konfrontatión, tí tað er ikki tað, sum vit ynskja. Vit vilja hava kjak og helst eitt kjak á hægri stigi, enn tað ofta er. Vit kunnu siga, at frá báðum síðum er retorikkurin í so harður við hvørt, og tað tykist, sum at partarnir ikki skilja hvønn annan. Tí halda vit, at tað er eitt gott hugskot hjá okkum at luttaka á Fólkafundinum, sigur hon.

Á kjaktiltakinum hjá Sea Shepherd á Fólkafundinum er ætlanin, at Paul Watson skal bera eina videoheilsan til kjakið, og eisini skulu umboð fyri Sea Shepherd og føroyingar kjakast um grindadrápið.