Veðrið í dag - ólavsøkudag - er heldur váttligt og illfýsið.
Sea Shepherd hevur valt at liggja á Sandsvág við bátinum Columbusi í dag.
Aftrat Columbusi hanga eisini einir tveir ella tríggir aðrir smærri bátar uppi í lítla svarta skipinum, ið mest er líkt einum sjóránaraskipi.
Hví valið er fallið á Sandsvág, samstundis sum umhvørvisverndarfelagsskapir í morgun hava mótmælt grindadrápi á Karlamagnusarbreyt í Havn, er ikki gott at vita.
Tað er so ikki tí, at Sands kommuna veitir Sea Shepherd nakrar sømdir, at felagsskapurin júst hevur valt at liggja her ólavsøkudag.
Sands kommuna hevur nevniliga lagt stórar betongklossar fyri allar bátadráttirnar, sum kommunan eigur, soleiðis at Sea Shepherd ikki fær drigið - ei heldur flotað - sínar bátar á Sandi.