Sea Shepherd fullmannað til mótmælið í Føroyum

Í løtuni gera skipini klárt til at seta kós ímóti Føroyum

Sea Shepherd hevur nú fingið tey sjálvbodnu mótstøðufólkini, tey hava brúk fyri til herferðina í summar ímóti grindadrápi í Føroyum.

 

Seinastu tíðina hevur felagsskapurin søkt eftir fólki til at koma til Føroyar at mótmæla, men nú hava tey boðað frá, at tey hava fingið ta manning, tey hava brúk fyri. Men akkurát, hvussu vælmannað tey verða, upplýsa tey ikki.

 

Krøvini til fólkini eru, at tey eru minst 18 ár og kunnu binda seg til at vera í Føroyum í minst tríggjar vikur í tíðarskeiðinum frá 14. Juni tol í oktober.

 

Tey skulu sjálvi rinda allan ferðakostnaðin og fyri matin, men útreiðslurnar til gisting rindar Sea Shepherd.

 

Sea Shepherd kemur higar við trimum skipum, Bob Parker, Bob Barker, Sam Simon og tríkiljuni Brigitte Bardot, og tey ligga nú í Bremen í Týsklandi og gera klárt at seta kós ímóti Føroyum.