Tey seks fólkini í Sea Shepherd, sum vórðu tikin fyri at órógva grindadrápið á Sandi fyri eini viku síðani, hava nú fingið dóm. Tey eru dømd at rinda 1.000 krónur í bót í part, umframt sakarmálskostnaðin. Klára tey ikki at rinda, skulu tey í geglið í seks dagar.
Tey eru dømd fyri at bróta politiviðtøkurnar og kunngerðina um grind. Trý av teimum eru eisini dømd fyri ikki at hava aktað løgregluna, tá ið tey vórðu biðin um at fara av økinum, har grindin varð hildin til. Myndatólini, sum løgreglan eisini legði hald á, hava tey fingið aftur, so rætturin slapp undan at taka støðu til, um løgreglan framhaldandi kundi hava tey í varðveitslu.
Eitt av fólkunum, sum fingu dóm, vóru til staðar í rættinum og tað var leiðarin fyri átakið hjá Sea Shepherd á landi, eisini.
Tað skilst, at summi av teimum, sum fingu dómin, eru síðani farin av landinum.
|