Fyrr í vikuni boðaði felagsskapurin, Sea Shepherd frá, at tey gjørdu klárt til eitt átak í Norðuratlantshavi í summar.
Gitt var, at nú fóru tað aftur at verða Føroyar, sum stóðu fyri skotum, men nú er greitt, at tað heldur er íslendska hvalaveiðan, sum hesa ferð er málið fyri herferðini hjá felagsskapinum.
Sea Shepherd boðar nú frá, at tey gera klárt til at senda tað eina skipið hjá teimum, Brigitte Bardot, til Íslands í summar at skjalprógva, tað, tey kalla ólógligu hvalaveiðina eftir nebbafiski.
Í Íslandi er tað eittans felag sum veiðir hval, og eigarin, Kristján Loftsson, er vanur at baksast við Sea Shepherd, men hann hevur treiskast ímóti og hevur noktað at gevast.
Sea Shepherd sigur, at í summar fer Brigitte Bardot at fylgja við íslendsku hvalabátunum við tí endamálið at skjalprógva veiðina við upptøkum á film og á myndum, og tey hava eisini dronu við sær fyri at fáa betri myndir.
Hinvegin staðfestir Sea Shepherd, at tey fara ikki at leggja uppí virksemi hjá íslendsku hvalastingarunum, tvørtur eru tey av teirri áskoðan, at myndatólið er tað máttmiklasta vápnið, sum til er.
Sea Shepherd tvíheldur um, at nebbafiskurin er eitt hótt hvalaslag, men ein nýggj hvalateljing vísir, at tað er ráðiligt at skjóta nebbafisk í okkara parti av Atlantshavi, tí mett verður, at bara ímillum Eysturísland og Føroyar eru einir 40.000 nebbafiskar.