Sea Shepherd fekk grindadrápið í Hvalvík í miðlarnar

Endamálið við summarátakinum hjá Sea Shepherd var at dokumentera grindadrápið, og tað er nú gjørt

Fyrst í juni varð greitt, at Sea Shepherd sendi fólk til Føroya at dokumentera grindadráp í summar. Ætlanin hjá teimum var at vera loyniaktivistar her í landinum uttan at avdúka sín samleika fyri so at »avdúka« grindadrápið við myndatøku, videoupptøkum og enntá stroyming. 

Til grindadrápið í Hvalvík í síðstu viku varð stroymað beinleiðis á Facebook, og í gjár fingu bretskir miðlar tilfar frá Sea Shepherd. Stórir miðlar sum Mirror, Speak og LadBible hava lagt greinar út við feskum myndum frá grindadrápinum í Hvalvík, sum Sea Shepherd fólkini hava tikið. 

Hetta eru teir typisku miðlarnir, sum púra ókritiskt deila greinar um grindadráp. Tað er nevniliga ikki fyrstu ferð, at grindadráp verður umrøtt á hesum miðlunum.

Í teksti frá Sea Shepherd verður eitt nú skrivað, at børn sóust spæla við grindahvalirnar við knívum.

Tað er bretska deildin hjá Sea Shepherd, sum stendur fyri átakinum, tey kalla »Operation Bloody Fjords«, og sambært teimum hava tey havt fólk í Føroyum øll árini síðani 2016.