Sea Shepherd fær ov lætt spæl

Vit mugu skipa ein trygdar- og verjupolitikk í ríkisfelagsskapinum, fyri betri at verja okkum móti felagsskøpum sum Sea Shepherd.

Hendrik Weihe Joensen hevur gjørt eina nýggja greining av trygdar- og verjupolitikkinum í Føroyum, og mælir til, at ein nýggj dagsskrá verður sett.

Hann sigur, at millum annað arbeiðið við grindalógini hevur víst, at Tilbúgvingarráðið og Tilbúgving Føroya ikki verða gagnnýtt nóg væl, og at óklára valdsbýtið millum Føroyar og Danmark ger, at vit hava ilt við at verja okkum móti ágangandi altjóða felagsskapum.

Greiningin mælir til, at tað verður sett ein nýggj dagsskrá fyri ein trygdar- og verjupolitikk í ríkisfelagsskapinum, har útinnan av strategiskari leiðslu á ymiskum vígvøllum skal tryggjað, at ein trygdar- og verjupolitikkur verður gjørdur fyri Føroyar. Ein føroyskur trygdar- og verjupolitikkur vil millum annað veita vissu fyri, at Tilbúgvingarráðið og Tilbúgving Føroya verða brúkt í verki.

Les alla greiningina her.