Sambært Paul Watson hevur Sea Shepherd felagsskapurin fólk til staðar í Sandagerði í kvøld.
Verri er við bátunum hjá Sea Shepherd. Brigitte Bardot er stødd tríggjar tímar burtur úr Havnini, og Sam Simon fór í gjár til Hetlands, har tey skulu bunkra. Millum annað mangla tey brennievni til teir skjótgangandi bátarnar, sum eru umborð á Sam Simon.
Ætlanin var eisini, at skipið Bob Barker skuldi koma til Føroya í summar, men tað hevur ikki verið her enn.









