Sea Shepherd broytir búmerkið

Paul Watson hevur givið boð um, at Merkið skal ikki brúkast í teirra búmerki

Sea Shepherd hevur broytt teirra búmerki fyri herferðina ímóti grindadrápi. Føroyska Merkið var upprunaliga partur av hesum logo, men eftir nógvar atfinningar hevur felagsskapurin gjørt av at taka føroyska flaggið úr sínum búmerki.

- Paul Watson hevur sjálvur tikið avgerð um, at Merkið ikki skal verða ímyndin av kampanjuni hjá Sea Sherpherd í Føroyum, tí vit hava einki ímóti føroyingum ella føroyskari mentan. Vit eru her fyri at steðga grindadrápinum, sigur Peter Hammerstedt, sum er ein av leiðarunum hjá Sea Shepherd.

Nýtt búmerki er framleitt í morgun, og í staðin fyri Merkið skal Tindhólmur frameftir verður partur av grafiska úttrykkinum hjá Sea Shepherd-herferðini í Føroyum.