Martin Sheen, eitt av skipunum hjá Sea Shepherd, er afturhildið í Victoria í British Columbia-landspartinum í Kanada.
Skipið hjá Sea Shepherd kom til Kanada úr Hawaii, men kanadiskir tollmyndugleikar hava lagt hald á skipið og hava tikið skiparan í varðhald, sambært Sea Shepherd.
Sea Shepherd er í Kanada sum liður í einum átaki móti kanadisku alivinnuni. Ein granskari er í ferð við at kanna hvussu laksasjúka og laksavirus spreiðast í Kanada og Sea Shepherd ynskir at stuðla henni.
Sea Shepherd hevur í mong ár funnist at, at kanadiski villaksurin verður sjúkur orsaka av alilaksinum. Martin Sheen hevur verið í Kanada hvørt summar seinastu trý árini fyri at mótmæla kanadisku alivinnuni.