Sea Shepherd aftur funnin sek

Fimm umboð fyri Sea Shepherd eru funnin sek í at hava brotið grindalógina í samband við grindina í Sandavági 12. august.

Dómur fall í morgun í sakini móti teimum fimm Sea Shepherdfólkunum, sum vóru ákærd fyri at hava brotið grindalógina í samband við grindina í Sandavági 12. august.

 

Ákærin kravdi at tey fimm vóru dømd bøtur á 60.000 krónur, 30.000 krónur og tríggjar ferðir 25.000 krónur. Harðasta revsingin var fyri at hava brotið grindalógina aftur í Fuglafirði 24. august.

 

Føroya rættur dømdi tey fimm sek í at hava brotið grindalógina í Sandavági. Fýra teirra vóru dømd fyri at renna á sjógv, í eini roynd at órógva drápið, meðan tann seinasti, ein 35 ára gamal hollendari, var dømdur sekur fyri at royna at forða drápinum. Hann kom so mikið langt út á sjógv og nær hvalunum, at hugsast kundi, at hvalirnir kundu vent, um teir løgdu hann til merkis. Hesin maðurin fekk tí harðasta dómin á 30.000 krónur, meðan hini fýra vóru dømd bøtur á 25.000 krónur.

 

Jógvan Páll Lassen, verji hjá teimum fimm, sigur, at tey ikki eru víst av landinum enn, men hann væntar, at løgreglan fer at taka stig til hetta í nærmastu framtíð.