Sea Shephard bjargað 500 hvalum

Víðgongdi umhvørvisfelagsskapurin Sea Shephard sigur, at tey hava bjargað 500 hvalum við sínum átøkum móti japansku hvalaveiðini.

Japan hevur eina kvotu, sum er 9.000 hvalir hesa vertíðina. Tað hevur tó ikki gingið so væl hjá skipunum at veiða hval, tí mótmælisfólk hava roynt at forðað veiðini. Eitt nú hava mótmælisfólk blakað illa luktandi ”bumbur” inn á dekkið á hvalaveiðiskipunum.