- Sea Shepherd kann sorla allan okkara útflutning av laksi!
Tað ávarar Hans Jacob Hermansen, nevndarlimur í Grindamannafelagnum, um.
Tað hevur hann fyrr ávarað um, men hann sigur, at hann endurtekur tað, nú Sea Shepherd kemur higar um tvær vikur við trimum skipum.
Hann vísir á, at vit vita ikki, hvar skipini hjá Sea Shepherd hava verið, og tey verða heldur ikki sóttreinsað, táið tey koma til Føroya.
Men tað sær út til, at her sleppa tey sigla ótarnað ímillum oyggjarnar, og at tað er heldur einki, sum forðar teimum í at amast upp á alibrúkini.
Hann vísir á, at Íslandi sleppur ongin íland við eini tráðu, uttan at hon er sóttreinsað.
- Vit vita ikki, hvar skipini hjá Sea Shepherd hava verið, og hvørjar sjúkur, tey draga við sær til landið og tað kann fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri okkara útflutning av laksi, sum er okkara høvuðsvinna í dag.
Tí eigur tað í minsta lagi at vera eitt treytaleyst krav, at skip og bátar hjá Sea Shepherd verða sóttreinsað – fyri teirra rokning sjálvandi- áðrenn tey sleppa ov nær landi í Føroyum.
- Men skulu vit hugsa tankan heilt at enda, er tað so heilt burturvið at stúra fyri, at Sea Shepherd tekur smittu við sær til Føroya við fríum vilja, fyri at skaða okkum, leggur Hans Jacob Hermansen afturat.
Les eisini: Føroyingar skulu ikki vera blíðir við Sea Shepherd
- Vit kenna til lívfrøðiliga krígsførslu aðrastaðni, og tey í Sea Shepherd eru so fanatiskt, at spurningurin er, um tað er heilt óhugsandi, at tey fara at taka sjúkur við sær til Føroya fyri at skaða okkum, leggur hann afturat.
Tí mælir Hans Jacob Hermansen til at taka øll møgulig fyrivarni, nú tey aftur koma higar, hesa ferð við trimum skipum.