Men tað vóru ikki bara gjaldskortini, sum høvdu áhuga, men eisini, hvat teir leiðandi politikararnir tókust við uttan fyri arbeiðstíðina. Eitt nú tá Lars Løkke Rasmussen var á vitjan í Føroyum.
-Vit hildu eygað við Lars Løkke Rasmussen, men hann var bara áhugaverdur, tá hann var forsætisráðharri. Eg minnist serliga nøkur sms-boð um eina vertshúsvitjan hjá honum í Føroyum, men vit gjørdu ikki meiri við tað, tí vit høvdu ongar mndir av tí, sigut Ken B. Jørgensen við DR. Hann arbeiddi sjálvur á Se og Hør um tað mundið.
Ken B. Rasmussen, sum skrivaði bókina "Livet, det forbandede" um arbeiðsháttin hjá Se og Hør, sigur, at blaðið fylgdi við, hvussu Helle Thorning-Schmidt og Lard Løkke Rasmussen brúktu síni gjaldskort. Upplýsingarnar fekk blaðið frá einum medarbeiðara hjá IBM, sum hevði atgongd til nets-skipanina, sum umsitur millum annað gjaldskortini.
Tað var serliga, meðan Henrik Qvortrup var blaðstjóri, at vit hildu eygað við leiðandi politikarum, og tað var hann, sum legði tað til rættis, sigur Ken B. Jørgensen við danska kringvarpið. Hann arbeiddi sjálvur á Se og Hør um tað mundið, og hann er nú skuldsettur í málinum.