Seðlarnir koma út í nátt

Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur, at seðlarnir til springararnar, sum vórðu hildnir til í Skálafirði seinnapartin, koma út í nátt.

- Vit ætla at fáa teir út í kvøld, men klokkan fer nokk um midnátt, kanska klokkan eitt, áðrenn alt er klárt, sigur hann.

 

Enn eru teir ikki lidnir at merkja springararnar, men mett verður, at omanfyri 200 springarar løgdu beinini í Skálafirði beint eftir klokkan 18 í kvøld.

 

Teir vóru funnir í Nólsoyarfirði, men havnamenn vildu ikki hava teir og tí vórðu teir riknir inn á eina av nýggju hvalvágunum í Føroyum, Skálafjørð. Hóast hon er nýggj sum hvalvág er hetta longu fjórðu ferð í ár, at hvalur verður hildin til har inni, umframt eina ferð, tað vísti seg at vera døglingar. Higartil í ár høvdu 56 springarar og 2 grindahvalir lagt beinini í Skálafirði.

 

Hetta er 23. ferð, at hvalur verður dripin í Føroyum í ár og sjeyndu ferð, at talan er um springarar.