Grindin, sum fyrrapartin legði beinini í Hvannasundi, var 32 hval upp á tilsamans 221 skinn, og av tí at hon ikki er størri, verður hon bara skift í dráps- og rakstrarpartar.
Sýslumaðurin í Norðoyggjum, Karl Johansen, sigur, at seðlarnir koma út klokkan fimm á keiini í Norðdepli.
Grindin varð funnin um níggjutíðina í morgun, ein fjórðing úr Gáshøvda, og bæði rakstur og dráp gingu skjótt og væl.
Hetta var onnur grindin í tveir dagar, tí ein legði í gjár beinini í Vági, og samstundis var hetta fimta grindin higartil í ár.
Hesar grindir hava talt 459 hvalir upp á tilsamans 3.279 skinn.