Se&Hør umhugsar at prenta toppleysar myndir av Kate

Í dag fall dómur í málinum um myndirnar av toppleysu Kate Middelton, sum er gift við bretska prins William. Myndirnar vóru tiknar, meðan parið var á privatari feriu í Frankaríki, og síðani hava myndirnar verið at sæð í fleiri miðlum. Og miðlanir, sum hava víst myndirnar, hava nú fingið bót.

 

Hóast tær upprunaligu myndirnar nú skulu gevast til bretska prinsaparið innan 24 tímar, so eru myndirnar kortini at finna nógva staðni.

 

Og ein miðil, sum umhugsar at útgeva myndirnar, er danska Se&Hør.

 

Danska blaðið hevur ongantíð áður hildið sær aftur við at seta privatar myndir av kendum fólki í blaðið, og komandi drotningin í Onglandi er einki undantak. Tað sigur Kim Henningsen, redaktørur á Se&Hør við BT.

 

Hann sigur, at blaðið framvegis er áhugað í at vísa myndirnar, men at tað enn er ógreitt um tað ber til at fáa fatur á myndunum á ein lógligan hátt, og hvørjar avleiðingarnar av hesum kunnu vera.

 

Tí er enn ov tíðliga at siga, um myndirnar av toppleysu Kate Middelton enda í Se&Hør hósdagin.