Sct. Johannes Kantori úr Herning vitjar Føroyar

Í hesi vikuni vitjar kórið »Sct. Johannes Kantori« Føroyar. Hetta kórið er frá Herning, har tað er ein partur av kórvirkseminum í Sct. Johannes Kirke Urguleikarin har á staðnum, Bjarne Hersbo, stovnaði kórð í 1976 og hevur í nógv ár verið leiðari av hesum kóri. Seinastu árini hevur Irma Andersen, sum er urguleikari í Brande, havt kórið. Bjarne Hersbo spælir urgu til tær konsertir, sum kórið hevur. Í kórinum eru 18 sangarar og 16 av hesum eru við í ferðini til Føroyar. Teir eru allir royndir sangarar og hava verið við á ferðum, har kórið hevur havt konsertir m. a. í París, Wien, Berlin og Warzsawa.

Kórið fer at hava konsert í Havnar kirkju, Eiðis kirkju og í Tofta kirkju. Á skránni eru sangir av donskum og útlendskum tónaskøldum. Millum annað Morgensang af Elverskud av Gade og morgun- og kvøldsálmar av Ingemann og Weyse. Tey fara eisini at syngja tónleik av Grieg og Fauré og kenda Halleluja-kórið hjá Händel er eisini við á skránni. Bjarne Hersbo fer at spæla urgu og presturin í Brande kirkju, Arne Holst-Larsen, fer at lesa tekstir, sum sjóða fjølbroyttu skránna saman til eina eind.

Konsertirnar verða hesar:

Týsdag 9. juni í Havnar Kirkju

Mikudag 10. juni Fríðrikskirkjuni á Toftum

Fríggjadag 12. juni í Eiðis Kirkju

Leygardag 13. juni kl. 11.30 Matiné í Havnar Kirkju

Allar konsertirnar byrja kl. 19.30