Scotty’s - nýggj kafébarr á Tvøroyri

Við ársenda í 2014 læt Simona Bjarkadóttir Jensen upp eina kafébarr á Tvøroyri, nevnd Scotty’s.

Við ársenda í 2014 læt Simona Bjarkadóttir Jensen upp eina kafébarr á Tvøroyri, nevnd Scotty’s. Nýggja barrin, sum eisini borðreiðir við mati, húsast í bygninginum, har Glasstovan á Tvøroyri var áður - ella at kalla beint yvir av stóra Bónus-handlinum miðskeiðis á Tvøroyri.

 

Hølini eru sett í stand til endamálið, og her er hugnaligt og innbjóðandi. Úti í túninum standa borð og benkur, har eini 16 fólk kunnu sita, og sitiplássini inni eru eini 45 í tali.

 

Simona Bjarkadóttir Jensen sigur, at í Scotty’s fæst bæði matur og drekka. Tey hava øl, vín og sterkaru sløgini, og í mati hava tey pizza, kebab og fisk & kips.

 

Hon sigur, at tað er tað yngra fólkið, sum serliga keypir pizza og kebab, meðan tey tilkomnu og eldru ofta velja sær fisk & kips.

 

Síðan Scotty’s læt upp, hevur kafébarrin bara verið opin um vikuskiftið, fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnukvøld, men nú summarið stundar til, ætlar Simona Bjarkadóttir Jensen eisini at hava opið mitt í viku, men enn er ikki avgjørt júst, hvørjar upplatingartíðirnar verða.