Sangarin doyði 18. august, 73 ára gamal.
Kendur er hann fyri sangin um San Francisco. Sangurin gjørdist tekin fyri flower power rørsluna í seksti/sjeytiárunum (be sure to wear some flowers in your hair).
Hann var eisini kendur frá bólkinum Mamas and Papas, og tað var felagin úr hesum bólkinum, John Phillips, ið skrivaði kenda sangin um San Francisco.
McKenzie var við til at skriva sangin Kokomo hjá Beach Boys, ið gjørdist stórt hitt í 1988.










