Scott: Hvørt mistak bleiv revsað hart

(Rás2) Hoyr landsliðsvenjaran, Scott Harrington seta orð á hvat manglar í fyri, at kvinnulandsliðið skal klára seg betur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við Scott Harrington, landsliðsvenjara hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti. Samrøðan var gjørd aftaná Scott Harrington hevði sæð sínar spælarar tapa 15-33 (10-19) ímóti Svøríki í EM-undankappingardystinum, sum var leiktur í høllini á Hálsi í Havn fyrr í dag.

 

Scott Harrington staðfestir, at hvørt einasta mistak føroysku spælararnir gjørdu var revsað av sera sterka svenska liðnum, sum hevur fýra spælarar, sum hoyra til evropeisku Champions League elituna.

 

Scott Harrington ger greitt, at skulu Føroyar hava ein sigur ímóti Makedonia 21. mars komandi ár, so mugu spælararnir koma í betri likamliga venjing. Føroysku spælararnir eru ov langt aftanfyri í likamligari styrki, og tá ein er aftanfyri við likamligari styrki verða fleiri mistøk gjørd á vøllinum.

 

Nú fer Scott Harrington at rigga av og takka fyri seg í føroyskum hondbólti, og fer at traðka til sum hjálparvenjari hjá kinesiska kvinnulandsliðnum.