Scorsese skal leikstjórna sjónvarpsdrama

Martin Scorsese hevur sagt ja til at leikstjórna fyri amerikanska sjónvarpið. Hann er aftan fyri myndatólið í fyrsta partinum av eina nýggjari dramasjónvarpsrøð, sum kallast ?Boardwalk Empire?.

 

Steve Buscemi spælir høvuðsleiklutin í røðini og sambært Hollywood Reporter verður tosað við skotska ?Gosford Park?-sjónleikarinnuna Kelly McDonald um ein stóran leiklut.

 

Røðin gongur fyri seg í Atlantic City í 20?unum og ?Sopranos?-rithøvundurin Terence Winter hevur skrivað handritið eftir bókini hjá Nelson Johnson ?Boardwalk Empire?. Amerikanska sjónvarpsrøðin HBO stendur fyri verkætlanini.

 

Tað er ikki ofta, Scorsese leikstjórnar til sjónvarpið. Í 2004 var hann leikstjóri á dokumentarsendingini ?Lady by the Sea: The Statue of Liberty?, men hetta er fyrstu ferð, hann skal leikstjórna eina fiktiónssending.