Scorpions spæla í løtuni

Í løtuni spæla Scorpions á Vágsbøi. 10.000 fólk eru til staðar og allur bøurin kókar, meðan hittini streyma av pallinum. Veðrið er gott, tað er turt og stilt. Scorpions eru í ferð við eina megnar konsert, og 10.000 fólk syngja við. Teir duga sera væl at undirhalda. Teir hava spælt í meira enn ein tíma, og síggja ikki út til at hava hug til at gevast enn. Enn mangla tey størstu hittini, og øll gleða seg.

 

 

Oddur á Lakjuni